ADHD

ADHD stendur fyri ´Attention Deficit Hyperactivity Disorder' og umfatar órógv í atferðini og uppmerkseminum. Diagnosan ADHD verður sett eftir umfatandi tvørfakligar kanningar.

Børn við ADHD hava serliga trupulleikar við uppmerkseminum, bindindi og sosialari atferð. Tey eru ofta hyperaktiv, verða skjótt avleidd og hava motoriskar trupuleikar. Tey eru eisini ofta órólig og impulsiv. Hetta kann í summum førum virka til, at børnini fáa trupulleikar við at bera seg sosialt, men so er ikki hjá øllum.

Tað finnast trý sløg av ADHD. Hesi eru
1. Uppmerksemisórógv (fyrr kallað ADD).
2. Atferðarórógv (hyperaktivitet og impulsivitet).
3. Blandað uppmerksemis- og atferðarórógv.

Tað er týdningarmikid at skilja, at eitt barn við ADHD ikki er óskikkiligt eller óuppdrigið. Hetta er serliga galdandi fyri tey børn við ADHD, ið eisini stríðast við atferðarórógv.
Millum serfrøðingar er ikke semja um, hvat tann besta viðgerðin fyri ADHD er. Í fyrstu atløgu plagar psykososial viðgerð og ráðgeving hjá barnasálarfrøðingi at viðmælast. Harafturat er møguligt er at taka heilivág, sum kann bøta um uppmerksemis- og atferðartrupulleikarnar.

Autisma

Autisma er eitt felagsheiti fyri diagnosur innan fyri menningarórógv. Talan er um eitt sokallað autismuspektrum.

Meira

Orðblindni

Orðblindni, ella dysleksi, sum tað eitur á fakmáli, merkir í stuttum, at man hevur torført við at lesa og skriva rætt.

Meira

ADHD

ADHD stendur fyri ´Attention Deficit Hyperactivity Disorder' og umfatar órógv í atferðini og uppmerkseminum.

Meira

Fylg við!
Skriva teg upp
til okkara teldupostlista