Autisma

Autisma er eitt felagsheiti fyri diagnosur innan fyri menningarórógv. Talan er um eitt sokallað autismuspektrum.

Autisma er eitt lívslang brek, og fevnir vítt. Menniskju við autismu hava vanliga ikki sjónlig brek. Eyðkennini eru sera ymisk, men felags fyri breki er, at menningin er merkt av truplum samskifti, málsligum órógvi, føstum ritualum og serstøkum áhugamálum. Menniskju, ið hava autismu, stríðast ofta við aðrar trupulleikar eisini, so sum ADHD, angist, osfr.

Skal diagnosan “autisma” setast, skal barnið hava trupulleikar á trimum økjum. Hesi øki eru frávik í ímyndingarevnum, frávik í samskifti og frávik í sosialum samspæli við onnur menniskju. Mennisku við autismu megna ofta ikki at vera saman við øðrum menniskjum á sama hátt sum fólk flest.
Samskifti kann tykjast minni nátúrligt og tey kunnu hava ilt við at skilja onnur. Samstundis kann hugsunarhátturin og atburðurin vera øðrvísi enn hjá fjøldini.
Innafyri autismuspektrumi, eru fylgjandi autismu diagnosur:

• Infantil autisme
• Atypisk autisme
• Gennemgribende udviklingsforstyrrelse uspecificeret
• Gennemgribende udviklingsforstyrrelse anden
• Aspergers syndrom.

Autisma

Autisma er eitt felagsheiti fyri diagnosur innan fyri menningarórógv. Talan er um eitt sokallað autismuspektrum.

Meira

Orðblindni

Orðblindni, ella dysleksi, sum tað eitur á fakmáli, merkir í stuttum, at man hevur torført við at lesa og skriva rætt.

Meira

ADHD

ADHD stendur fyri ´Attention Deficit Hyperactivity Disorder' og umfatar órógv í atferðini og uppmerkseminum.

Meira

Fylg við!
Skriva teg upp
til okkara teldupostlista