Tiltøk

trainer

Nýggj tiltøk 6.-8.Juni

Vit hava fingið Rikke Aftur til Føroya, og hesuferð hevur hon nýtt tilfarð við sær. Hesu ferð er tiltøk til bæði yrkisfólk, foreldur og tey nærmastu.
Trýst á linkini:

Kursus til yrkisfólk

Fyrilestur fyri øll

Foreldradagur

Fyrilestur fyri tey nærmastu




trainer

Autisma og ADHD á R7

Eftir okkara fyrsta tiltak við Rikke Steen Jørgensen, vórðu vit boðin inn í útvarpstovuna hjá R7, har vit fingu møguleikan at greiða eitt sindur frá tiltakinum, um topic, og okkara hugsan um Diagnosur í Føroyum. Sendingin er áhugaverd.

Hoyr sendingina her




trainer

Topic skipaði fyri einum fyrilestri og tveimum workshop í oktober, og varð hetta væl eydnað.

Aftaná fyrilesturin, bjóðaðu vit kaffi/the til gestirnir, og øll fingu møguleika at tosa saman. Longu her sást at tørvurin á slíkum tiltøkum var øgiliga stórur, og fólk efturlýstu enn fleiri fyrilestrar. Topic og Rikke Steen Jørgensen hava tí gjørt avtalu um aftur at koma til Føroya at halda fleiri fyrilestrar og workshops.

Vit vilja fegin takka fyri stuðulin frá Hotel Hafnia, Atlantic Airways, Landshandilinum og Poul Hansen. Uttan tykkara hjálp var tað ikki gjørligt at stábla tiltakið uppa á beinin i.




Fylg við!
Skriva teg upp
til okkara teldupostlista